Fronsku hondbóltskvinnurnar eru ræðandi sterkar, og tað verður alt annað enn stuttligt hjá Noregi at møta teimum í EM-hálvfinaluni í Ljubjana í Slovenia fríggjadagin.
Frakland hevur higartil vunnið seks av seks dystum, og í dag vunnu tær aftur ein stórsigur í millumbólki 2.
Frakland vann 36-23 á Spania. Í steðginum var Frakland á odda 17-9.
Montenegro fekk eina ringa upptakt til hálvfinaluna móti Danmark fríggjadagin við at tapa stórt 25-42 (15-21) fyri Niðurlondum. Sigurin tryggjar Niðurlondum rættin at spæla um 5. plássið í einum dysti móti Svøríki, har vinnarin vinnur seg beinleiðis til HM-endaspælið komandi ár.
Triði dysturin í millumbólki 2 var millum Týskland og Rumenia. Týskland vann 32-28 (16-14).
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Frakland-Spania 36-23 (17-9):
##med2##
Frakland – Spania 36-23 (17-9)
Frakland: Chloe Valentini 6, Oceane Sercien 5, Tamara Horacek 5, Deborah Lassource 4, Orlane Kanor 4, Audrey Dembele 4, Lucie Granien 3, Lena Grandveau 2, Onacia Ondono 2, Beatrice Edwige 1, Coralie Lassource 1.
Spania: Carmen Campos 5, Jennifer Gutierrez 3, Soledad Lopez 2, Maitane Echeverria 2, Esther Arrojeira 2, Paula Valdivia 2, Paula Arcos 2, Alexandrina Cabral 2, Lysa Tchaptchet 1, Alba Spugnini 1, Kaba Gassama 1.
Niðurlond– Montenegro 42-25 (21-15)
Niðurlond : Inger Smits 7, Laura Van Der Heijden 6, Merel Freriks 6, Bo Van Wetering 5, Debbie Bont 4, Kelly Dulfer 4, Dione Housheer 4, Estavana Polman 3, Nikita Van Der Vliet 2, Catharina Molenaar 1.
Montenegro : Djurdjina Jaukovic 11, Nadja Kadovic 6, Itana Grbic 3, Ema Alivodic 2, Matea Pletikosic 1, Nina Bulatovic 1, Djurdjina Malovic 1.
Rumenia – Týskland 28-32 (14-16)
Rumenia : Cristina Neagu 7, Sorina Grozav 6, Ioana Pristavita 4, Alexandra Badea 4, Alexandra Dindiligan 3, Bianca Bazaliu 2, Crina Pintea 2.
Týskland : Johanna Stockchlader 10, Alina Grijseels 8, Emily Bölk 7, Meike Schmelzer 2, Lisa Antl 2, Maren Weigel 1, Julian Maidhof 1, Xenia Smits 1.
Nr. | Millumbólkur 2 | Dystir | STIG |
1 | Frakland | 5 | 10 |
2 | Montenegro | 5 | 6 |
3 | Niðurlond | 5 | 5 |
4 | Týskland | 5 | 4 |
5 | Spania | 5 | 3 |
6 | Rumenia | 5 | 2 |