VIDEO: FSF vil hava fleiri sjálvboðin til U17 EM-endaspælið

(Video) Síggj og hoyr samrøðu við Christinu Ravnsfjall, samskipari, frá, hvørjar uppgávurnar eru, og hvussu hesar verða skipaðar.

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Frá 4. til 17. mai vera Føroyar vertir fyri EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum, og til tiltakið er brúk fyri nógvari sjálvbodnari arbeiðsmegi

 


- Hevur tú hug at vera partur av størstu fótbóltskapping í Føroyum nakrantíð? So hevur tú møguleikan nú.

 

Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga brúk fyri nógvari sjálvbodnari arbeiðsmegi í sambandi við EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.

 

Talan er um eina rúgvu av spennandi uppgávum, og í samrøðu við FSF Varpið greiðir Christina Ravnsfjall, samskipari, frá, hvørjar uppgávurnar eru, og hvussu hesar verða skipaðar. Skrivar FSF.

 

HER ber til frá FSF-varpinum at síggja og hoyra eina samrøðu Heðin Arge hevur gjørt við samskiparan, Christinu Ravnsfjall: 

 

##med2##

 

Mynd: FSF