Video: Fyrstu fimm minuttirnir feldu Brand og liðfelagarnar

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AaB-Randers FC 2-1 (2-0) her

Brandur Hendriksson var við frá byrjan, tá lið hansara, Randers FC í dysti í donsku superliguni vitjaði AaB norðuri í Aalborg. 

 

AaB vann dystin 2-1. Fyrstu fimm minuttirnir gjørdust sera dýrir fyri Randers FC. Longu í triðja minutti gjørdi Mads Fenger eitt ófantaligt sjálvmál, og tveir minuttir seinni økti Frederik Børsting til 2-0.

 

Brandur Hendriksson var skiftur út tá 62 minuttir vóru farnir av dystinum.  Inn fyri Brand kom Kasper Enghardt, sum minkaði um munin til 2-1 í 64. minutti, men longur kom Randers FC ikki.

 

Komandi mikukvøld tekur Randers FC ímóti Brøndby.

 

Støðan í donsku superliguni, har Randers FC enn er millum seks tey ovastu liðini. Seks tey ovastu liðini fara víðari til endaspælið :

 

1FCK17  120     39:841
2Brøndby1795336:1432
3Randers FC1895425:1932
4Midtjylland1785436:2029
5Lyngby1783618:1627
6SønderjyskE1775521:2226
7AC Horsens1866622:3124
8AaB1864819:2622
9AGF1855827:3020
10Nordsjælland1755726:3120
11Silkeborg1747621:2919
12OB1735914:2614
13Viborg17331118:2812
14Esbjerg17251017:3911