VIDEO: Gilli og Brann leiktu málleysan javnleik

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Vålerenga 0-0 her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr hæddarpunktini frá dystinum millum Brann Bergen og Vålerenga á Brann leikvøllinum í Bergen. Talan var um dyst í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Gilli R. Sørensen leikti allan dystin fyri Brann, og hann hevði eisini onkra roynd á málið hjá Vålerenga í dystinum, sum endaði við javnleiki 0-0.

 

Tað kom illa við hjá Brann Bergen í oddastríðnum at missa tvey stig. Komandi sunnudag spælir Brann ímóti Stabæk á útivølli.

 

Støðan í norsku tippiliguni: 

 

1Rosenborg1484222:928
2Brann Bergen1576230:1127
3Sarpsborg1575323:1326
4Molde1573525:1924
5Aalesund1564521:1622
6Vålerenga1564521:2022
7Haugesund1564518:1722
8Odd1564512:1622
9Stabæk15  636    22:2821
10Lillestrøm1562720:2120
11Sogndal1554619:2219
12Sandefjord1553717:2318
13Kristiansund1444616:2016
14Strømsgodset1536616:2315
15Tromsø1535716:2714
16Viking15231014:279