Svensku miðlarnir lata illa at aftaná 26-32 (14-13) tapið hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Sävehof fyri sveisiska liðnum, Kadettení fyrru European League áttandapartsfinaluni.
Tað er serliga avrikið í seinna hálvleiki, har Sävehof eitt skiftið var aftanfyri 21-30 sum svensku miðlarnir eru atfinningarsamir um.
Sävehof má vinna returdystin móti Kadetten í Partille 5. apríl við sjey málum fyri at vinna seg í fjórðingsfinalurnar. Ein seksmálssigur har Sävehof skorar meir enn 32 mál røkkur eisini.
Tó vóru glottar í dystinum í dystinum ígjár, serliga í fyrra hálvleiki. Í hesum samandráttinum síggjast góðar detaljur og eitt vakurt mál hjá Eliasi:
##med2##