VIDEO: Hákun var toppskjútti í útidysti í Champions League

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Veszprem-Füchse Berlin 31-32 (12-16)

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin høvdu hóskvøldið torføran útidyst móti ungarska liðnum, Veszprem í bólki A í Champions League. 

 

Men tað eydnaðist Hákuni og liðfeløgunum at knógva ein 32-31 sigur. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-12.

 

Hákun var toppskjútti hjá Füchse Berlin við sjey málum.

 

Füchse Berlin er fremst í bólkinum við fullum stigatali, 12 stigum fyri seks dystir.

 

Komandi sunnudag klokkan 17 hevur Füchse Berlin heimadyst í bundesliguni. Hamburg kemur á vitjan í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Veszprem-Füchse Berlin 31-32 (12-16). Í brotinum sæst Hákun skjóta tvey mál, umframt at leggja upp til eitt mál hjá Mathias Gidsel:

 

##med2##