Fyrrapartin í dag spældi AC Horsens málleysan javnleik móti Hobro. Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson, spældi allan dystin á miðvøllinum hjá gestunum úr Horsens.
Lokala blaðið, Horsens Folkeblad skrivar at talan var um ein rótutan dyst á einum vánaligum vølli. Tað hevur verið vetrarsteðgur og veturin er ikki farin væl við heimavøllinum hjá Hobro.
Komandi sunnudag tekur AC Horsens ímóti gamla liðnum hjá Halli Hansson, Vendsyssel FF.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Hobro og AC Horsens. Bæði liðini brendu stórar málmøguleikar.
Støðan:
1
20
31
47
2
20
31
44
3
21
4
31
4
21
0
31
5
21
-2
29
6
21
-1
28
7
21
-11
28
8
20
3
27
9
21
-1
27
10
21
-1
25
11
21
-6
22
12
20
-12
19
13
21
-14
19
14
21
-21
17