VIDEO: Hannover-Burgdorf-THW Kiel 36-33 (20-17)

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu hevur tapt fimm av 11 dystum í bundesliguni higartil í ár

Meðan tað gongur væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel í Champions League, so haltar tað meira í týsku bundesliguni. 

 

Kiel hevur higartil tapt fimm av 11 dystum í bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Ígjár tapti Kiel 33-36 (17-20) fyri Hannover-Burgdorf á útivølli.

 

Elias skoraði bert eitt mál, men hann var noteraður fyri fimm upplegg til mál hjá liðfeløgunum (assists).

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Hannover-Burgdorf-THW Kiel 36-33 (20-17):

 

##med2##