Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu í kvøld ein góðan sigur í bólki A í Champions League.
Á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin eydnaðist Füchse Berlin at vinna 31-28 á danska meistaraliðnum, Aalborg. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-13.
Hákun tók sínar møguleikar. Hann fekk fýra málmøguleikar og setti allar í netið.
Füchse Berlin hevur fýra stig fyri tveir dystir í bólki A.
HER ber til at síggja tey fýra málini Hákun skoraði í kvøld. Tað er rásin Siggi_Channel, ið hevur lagt tey út:
##med2##