Í dag fekk KÍ handað gullheiðursmerki og FM steyp í kvinnudeildini í fótbólti. Ársins seinasti dystur endaði við javnleiki, men longu áðrenn dystin hevði KÍ tryggjað sær fremsta pláss framman fyri HB. Hesi liðini hittust í seinasta dystinum.
Umboð fyri FSF og Betri handaðu trimum teimum fremstu liðunum í Betrideildini hjá kvinnum heiðursmerki. ÍF/Víkingur/B68 fekk bronsu, HB fekk silvur, og KÍ fekk gull. Og so endaði alt við, at FM steypið varð handað.
Her ber til at síggja, tá KÍ fekk steypið fyri føroyameistaraheitið 2019.
##med2##

Video: Her fær KÍ FM steypið

