Video: Her vinnur B36 á NSÍ

Samandrátturin frá dystinum millum B36-NSÍ

Í kvøld legði NSÍ rygg til 3-1 tap í Gundadali ímóti B36. Sebastian Pingel skoraði fyrsta B36 málið, tá ið tólv sekund vóru farin.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Fyrri hálvleikur var ikki hálvrunnin, tá ið Sebastian Pingel noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur í knænum. Úr B36 húsinum verður sagt, at tað tykist sannlíkt, at álopsspælarin er so mikið skaddur, at hann ikki verður førur fyri at spæla næstu 4-6 vikurnar.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Róaldur Jakobsen um B36 leiðsluna, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tá ið Jákup á Borg varð togaður niður.

 

NSÍ hevði fleiri ungar og óroyndar menn á liðnum, og mest sum allan fyrra hálvleik vóru meistararnir greitt omaná. So var tað, at vandamiklasti maðurin í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, mest sum burtur úr ongum og úr átjan metrum sendi bóltin í B36 málið. 2-1 og NSÍ spælararnir kendu vónina kveikta, tá ið teir fóru at rinda møðina.

 

Eftir hvíldina var NSÍ bragdligt fyrstu løtuna, men eftir at Lukasz Cieslewicz økti til 3-1, var tað B36, sum fyri tað mesta hevði bóltin á fótum.

 

Sigurin ber við sær, at meistararnir í B36 nú eru á triðja plássi við fjúrtan stigum, meðan Víkingur hevur fimtan stig, og HB hevur seytjan stig. Nú er NSÍ á fjórða plássi við tólv stigum.

 

B36-NSÍ 3-1 (2-1)

1-0: Sebastian Pingel 1.

2-0: Róaldur Jakobsen br 21.

2-1: Klæmint A. Olsen 45.

3-1: Lukasz Cieslewicz 60.

Dómari: Petur Reinert

 

B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður H. Askham, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Jákup á Borg (Høgni Eysturoy, 75.), Lukasz Cieslewicz, Gestur Bogason Dam (Pætur Petersen, 82.) -  Sebastian Pingel (Jógvan Skeel Nolsøe, 15.)

Gult kort: Høgni Madsen

Venjari: Eyðun Klakstein

 

NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo – Johan Jacobsen,  Petur Knudsen (Hans Marius Davidsen, 75.), Heini Mourits Mortensen, Jann Benjaminsen (Jonleif Højgaard, 71.) – Árni Frederiksberg (Andri Benjaminsen, 88.), Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen

Gult kort: eingin

Venjari: Anders Gerber