Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset taptu ígjár á útivølli 3-4 (2-3) fyri Hødd í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Tá 24 minuttir vóru leiktir var Hødd á odda 2-0. Kreshnik Krasniqi og Mats Spiten syrgdu fyri við tveimum málum innanfyri sjey minuttir, at Strømsgodset kom upp á javnleik 2-2. Men beint undan steðginum legði Hødd seg á odda 3-2. Victor Dedes javnaði til 3-3 í 69. minutti, men bert seks minuttir seinni skoraði Hødd til 4-3, ið gjørdist úrslitið av dystinum. Dómarin metti Mattias feldi leikara hjá Hødd óregluliga, og dómarin gav Mattiasi gula kortið, og dømdi brotsspark. Brotssparkið gjørdist sigursmálið hjá Hødd.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Hødd-Strømsgodset 4-3 (3-2):
##med2##











