Á ársins G! festivali verður mangt spennandi at hoyra – bæði føroyskt og útlendskt.
Hoyrið her Høgna Lisberg, tónleikastjóra á G!, greiða frá skránni, sum hann hevur sett saman.
Hann stendur í túninum hjá Ólavi Gregersen, sum beyð innbodnu gestunum vælkomnum til Føroya. Hvørt ár kemur hópurin av miðlafólki, bókarum, agentum og alskyns øðrum úr útheimsins tónleikavinnu til G! festivalin fyri at fáa eina betri fatan av, hvat gongur fyri seg her.
Høgni setir eisini orð á, hví hetta hevur stóran týdning. Tí ræður um at skapa eina minniliga uppliving fyri gestirnar, sum skulu miðla festivalin til útheimin og møguliga skapa nýggj samstørv við føroyskar bólkar.
##med2##