VIDEO: Ísland má hava hjálp frá Danmark (EM)

(Video) Frakland hevur fyribils sett seg á annað plássið í EM-millumbólki 1

Danmark er trygt víðari til hálvfinalurnar í EM-endaspælinum í manshondbólti har mótstøðuliðið verður antin Noreg, Svøríki ella Spania. 

 

Danmark vann stórsigur 35-23 (21-12) á einum koronaskerdum niðurlendskum liði í dag, og danskarar enda í ringasta føri á øðrum plássinum í millumbólki 1. 

 

Ísland misti fyribils annað plássið við einum ergiligum 22-23 (12-10) tapi fyri Kroatia. Fraklendingar hava fyribils yvirtikið annað plássið aftaná greiðan 36-27 (16-12) sigur á Montenegro.

 

Danmark kann tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum, og samstundis lata dyrnar upp fyri Íslandi um Danmark vinnur á Fraklandi mikukvøldið. Hetta krevur tó, at Ísland ger sína skyldu og vinnur á Montenegro fyrr á degnum.

 

Hendir tað enda Ísland og Frakland bæði á seks stigum, og tá er Ísland betri innanhýsis. Vit kunnu bara vóna, at júst tað hendir.

 

Úrslitini og málskjúttar í millumbólki 1: 

 

Ísland – Kroatia 22-23 (12-10)

 

Ísland : Orri Þorkelsson 6, Ómar Ingi Magnusson 5, Sigvaldi Guðjónsson 5, Elvar Ásgeirsson 4, Elliði Viðarsson 1, Ýmir Gislason 1.

 

Kroatia : Tin Lucin 6, Ivan Martinovic 5, Ivan Cupic 5, Marino Maric 2, Ante Gadza 1, Veron Nacinovic 1, Luka Cindric 1, Zvonimir  Srna 1, Marin Jelinic 1.

 

Danmark – Niðurlond 35-23 (21-12)

 

Danmark : Mathias Gidsel 9, Mikkel Hansen 7, Jóhan á Plógv Hansen 7, Magnus Landin Jacobsen 4, Jacob Holm 4, Simon Hald Jensen 2, Emil Jakobsen 1, Magnus Saugstrup Jensen 1.

 

Niðurlond : Dani Baijens 6, Tom Jansen 4, Ivar Stavast 4, Bobby Schagen 2, Ivo Steins 1, Alec Smit 1, Tommie Falke 1, Lars Kooij 1, Niko Blaauw 1, Robin Schoenacker 1, Florent Bourget 1.

 

Montenegro-Frakland 27-36 (12-16)

 

Montenegro : Milos Vujovic 7, Branko Vujovic 5, Marko Lasica 5, Radojica Cepic 3, Nebojsa Simovic 2, Milos Bozovic 1, Filip Vujovic 1, Stefan Cavor 1, Vuk Lazovic 1, Vasilje Kaludjerovic 1.

 

Frakland : Dika Mem 7, Nicolas Tournat 4, Benoit Kounkoud 4, Nikola Karabatic 4, Yannis Lenne 4, Aymeric Minne 4, Melvyn Richardson 3, Mathieu Grebille 2, Valentin Porte 2, Theo Monar 1, Ludovic Fabregas 1.

 

Aftaná fýra umfør er Danmark nummar eitt við átta stigum. Frakland er nummar tvey við seks stigum, og Ísland er nummar trý við fýra stigum. Niðurlond, Montenegro og Kroatia hava tvey stig hvør. 

 

26.01 14:30Montenegro:Ísland
26.01 17:00Niðurlond:Kroatia
26.01 19:30Danmark:Frakland

 

 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Danmark og Niðurlond: 

 

##med2##