VIDEO: Íslendingar hava spælt hondbólt í 100 ár

(Video) OL-silvur í 2008 og EM-bronsa í 2010 eru glæsiligastu úrslitini hjá Íslandi

Í hesum døgum kann Ísland, ið er ein stór hondbóltstjóð hátíðarhalda, at tað íslendingar hava spælt hondbólt í 100 ár.

 

Íslendingar hava gjørt tað framúr væl í serliga manshondbólti.

 

Manshondbóltslandsliðið hevur tikið lut í 21 HM-endaspølum. Longu í 1958 vóru íslendingar við til eitt HM-endaspæl.

 

Í 1995 var Ísland vertur fyri HM-endaspælið í manshondbólti. 

 

Manslandsliðið hevur síðani 1972 tikið lut í sjey olympiskum leikum. Glæsiligasta løtan var í Beijing í 2008, tá íslendingar vunnu silvurmerkið. Tvey ár seinni vunnu íslendingar EM-bronsu. Tey bæði úrslitini standa fremst. 

 

Íslendingar hava síðani ár 2000 tikið lut í 11 EM-endaspølum. 

 

Íslendska kvinnulandsliðið hevur ikki eina eins glæsiliga søgu, men tær hava so megnað at vunnið seg í trý endaspøl. Tær vóru við til EM-endaspælið í 2010 og í 2012, og vóru við til HM-endaspælið í 2011. Teirra besta úrslit er at gerast nummar 12 til HM-endaspælið í 2012.

 

Seinnu árini hava føroyingar roynt seg í teimum ovaru hondbóltsdeildinum í Íslandi hjá bæði kvinnum og monnum. 

 

Í samband við 100 ára dagin 9. september gjørdi íslendska hondbóltssambandið, HSÍ ein stuttan video, ið sæst her. Staðfest verður, at eins og í Føroyum, so var hondbóltur bara spældur uttandura tey fyrstu árini.HER  sæst filmurin.