Jóan Símun Edmundsson fekk 75 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í OB í dysti á útivølli í donsku superliguni taptu 0-1 ímóti Silkeborg. Vatsadze skoraði sigursmálið tá 34 minuttir vóru leiktir.
Sambært heimasíðuni hjá OB, so var útiliðið ikki væl við í dystinum í fyrra hálvleiki, men tað var heldur frægari í seinna hálvleiki. Høvuðsvenjarin hjá OB, Kent Nielsen var alt annað enn nøgdur við avrikið hjá sínum monnum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum.
Komandi dysturin hjá OB verður sunnudagin 24. juni, tá Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir taka ímóti Randers FC, sum er felagið hjá Brandi H. Olsen.
Støðan í superliguni:
1
8
9
19
2
8
7
17
3
8
6
14
4
8
0
13
5
8
2
12
6
8
1
12
7
9
-1
10
8
9
-2
10
9
8
3
9
10
8
-5
9
11
9
-8
9
12
8
-3
8
13
8
-4
8
14
9
-5
7