Jóan Símun Edmundsson spældi sín fyrsta dyst við Skhupi frá byrjan í dag.
Oddaliðið í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini, Skhupi tók á heimavølli ímóti Tikvesh.
Jóan Símun og liðfelagarnir vóru risastórir favorittar hjá veddingarfyritøkunum, og teir høvdu eisini nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin. Men tað endaði skuffandi við javnleiki 0-0.
Lukkutíð fyri Skhupi spældu nærmastu kappingarneytarnir, Struga eisini javnleik 0-0 móti Sileks á útivølli.
Jóan Símun var skiftur út tá 62 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Skhupi er fremst í deildini við 43 stigum. Teimum á baki koma Struga og Shkendija við 42 stigum hvør.
Komandi mikudag klokkan 13 hevur Skhupi dyst á útivølli móti botnliðnum, Bregalnica.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Skhupi-Tikvesh 0-0. Jóan Símun sæst við nummar 14 á rygginum:
##med2##