Video: KÍ vinnur greitt á AB

KÍ vann í dag greiðan 4-0 sigur á AB á Argjum

KÍ vann í dag greiðan 4-0 sigur á AB í 14 umfari í Effo-deildini. KÍ var omaná frá fyrsta bríksli og skapti fleiri málmøguleikar. AB royndi seg við onkrum deyðbóltum, men tað bleiv ikki umsett til mál.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Heðin Klakstein KÍ á odda. Síðani setti KÍ set tungt á dystin og økti til bæði 2-0 og 3-0. Málini skoraðu Jóannes Bjartalíð og Evrard Blé.

 

Í seinna hálvleiki stríddist AB meir, men tað var framvegis KÍ, sum fekk málini. Eftir gott uppspæl sendi Kenan Hajdarevic bóltin í málið til endaligu støðuna 4-0.

 

Við sigrinum er KÍ við í stríðnum um atgongumerkini til Evropa, meðan AB nú hevur fimm stig upp til niðurflytingarstrikuna, eftir at FC Suðuroy vann á EB/Steymi.

 

AB-KÍ 0-4 (0-3)

0-1: Heðin Klakstein

0-2: Jóannes Bjartalíð

0-3: Evrard Blé

0-4: Kenan Hajdarevic

 

Støðan eftir 14 umfør

NSÍ 31

B36 27

HB 26

Víkingur 24

KÍ 23

ÍF 17

TB 16

FC Suðuroy 12

AB 7

EB/Streymur 6

 

15. umfar

Leygardagin 6. juni

FC Suðuroy-AB

 

Sunnudagin 7. juni

TB-B36

HB-NSÍ

Víkingur-EB/Streymur

KÍ-ÍF