Video: Konni Kass við nýggjum lagi

Um tú ikki hevur sæð videolagið til "Boy", so kanst tú síggja tað her

Nú er nakað síðani, at vit hava hoyrt nýggjan tónleik frá føroysku sangarinnuni Konni Kass. Men nú hevur hon givið eitt nýtt staklag út, sum kallast "Boy", og hon hevur eisini nakrar konsertir fyri framman.

Aftrat staklagnum til "Boy" er eisini eitt videolag, sum er tøkt á YouTube. Tað er Trygvi Danielsen, ið hevur staðið fyri videolagnum við góðari hjálp frá eitt nú Rógva Rasmussen og Rannvá Jónsdóttir, og umframt tey hava fleiri onnur fólk hjálpt til við sminku og øðrum.

Í videolagnum síggja vit tveir brúðgommar, og annar verður jagstraður av nøkrum blóðhungrandi damum.

Tú kanst síggja videolagið og hoyra nýggja staklagið "Boy" her:

##med2##