VIDEO: Krevja at Messi fær forboð fyri at vitja Meksiko aftur

(Video) Tað hevur skapt stóra øsing í Meksiko, at argentinska heimsstjørnan hevur traðkað á eina meksikanska landsliðstroyggju

Stór øsing hevur tikið seg upp í Meksiko um, at argentinska heimsstjørnan, Lionel Messi hevur traðkað á eina meksikanska landsliðstroyggju. 

 

Tá Argentina í øðrum bólkaspælsdystinum hevði vunnið 2-0 á Meksiko býtti Messi troyggju við Andres Guardado aftaná dystin. 

 

Eftir hetta fór Messi inn í umklæðingarrúmið fyri at feira sigurin saman við liðfeløgunum. Á einum videobrotið sum er farið í umfar kring heimin sæst Messi traðka á eina meksikanska landsliðstroyggju, ið liggur á gólvinum. 

 

Hetta er fallið mongum meksikanarum fyri bróstið: - Sóu tit hvussu Messi sópaði gólvið við okkara landsliðstroyggju og við okkara flaggi. Messi eigur at biða til Gud, at eg ikki fái fatur í honum. Júst sum eg virði Argentina má Messi virða Meksiko, skrivaði meksikanski nevaleikarin,  Santos Saúl Álvarez, betri kendur sum ”Canelo” á Twitter aftaná dystin millum Argentina og Meksiko. 

 

Messi hevur roynt at staðfesta yvirfyri meksikanarum, at talan var ikki tilætlað at vísa meksikansku landsliðstroyggjuni vanvirðing. Messi helt ikki, at tørvar var á einari umbering frá honum, tí hann hevði ikki víst vanvirðing móti meksikanska fólkinum ella meksikansku landsliðstroyggjuni. Hetta sisaði eisini nevaleikaran, Canelo, men kortini eru tað fólk í Meksiko sum framvegis eru óð inn á Messi.

 

Maria Clemente Garcia Moreno, ið situr í meksikansa tinginum hevur heitt á meksikanska uttanríkisráðið um at gera Messi til ein "Persona Non Grata", og harvið forða Messi at vitja Meksiko aftur orsaka av hendingini við meksikansku landsliðstroyggjuni. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19 spælir Argentina HM-fjórðingsfinalu móti Niðurlondum. 

 

HER sæst hendingin har Messi traðkar á meksikansku landsliðstroyggjuna í umklæðingarrúminum: 

 

##med2##