VIDEO: Kroatia U19 - Føroyar U19 2-0 (0-0)

(Video) Síggj ein samandrátt frá kroatiska MAX Sport frá U19 EM-undankappingardystinum millum Kroatia og Føroyar, ið var leiktur tíðliga í dag

Føroyska U19-landsliðið er í hesum døgum í Kroatia fyri at kappast í EM-undankappingarbólki saman við Kroatia, Ísrael og Armenia.

 

Føroyar vóru mikudagin fyri stórtapið 0-6 (0-3) móti Ísrael.

 

Í dag gekk munandi betri móti vertstjóðini, Kroatia. Føroyar megnaðu at halda málið reint í fyrra hálvleiki.

 

Kroatia megnaði við tveimum skjótum málum í 50. og 52. minutti at leggja seg á odda 2-0, men tað eydnaðist eftir tað føroyska liðnum at binda fyri aftur, og endaði dysturin við einum 0-2 tapi.

 

Týsdagin klokkan 11.30 spælir føroyska liðið móti Armenia, ið tapti 1-2 fyri Kroatia. Í dag tapti Armenia bert 0-1 fyri Ísrael.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Kroatia og Føroyar, ið YouTube rásin MAX Sport hevur lagt út:

 

##med2##