Video: Lallana bjargaði Onglandi

(Video) Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði Adam Lallana sigursmálið fyri Ongland

Sam Allardyce hevur fingið ein sigur í sínum fyrsta undankappingardysti, sum enskur landsliðsvenjari. 

 

Ongland vitjaði Slovakia á útivølli í HM-undankappingarbóki F. Tað stóð 0-0 á máltalvuni til 95 minuttir vóru farnir. Tá eydnaðist tað Adam Lallana at finna pláss í brotsteiginum hjá slovakum, og sparka bóltin ímillum beinini á slovakiska málverjanum til stóran lætta fyri Sam Allardyce og allar teir ensku spælararnar.

 

Tá ein tími var farin fekk fyrrverandi Liverpool-leikarin, Martin Skrtel reyða kortið fyri at fella Harry Kane, og eftirfylgjandi traðka á enska leikaran. Men hóast 11 ímóti 10 í meir enn ein hálvan tíma var tað ikki meir enn tað eydnaðist onglendingum at vinna.

 

Í sama bólki spældu Litava og Slovenia javnleik 2-2 í Vilnius. Á Malta vann Skotland heili 5-1 á Malta.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj sigursmálið Adam Lallana skoraði fyri Ongland.