VIDEO: Føroyar-Norðurmakedonia 34-27 (Longri samandráttur)

(Video) Handball World hevur sett saman ein longri samandrátt av fyrra HM Play Off dystinum millum Føroyar og Norðurmakedonia

Føroyska manslandsliðið vann við góðum avriki 34-27 á Norðurmakedonia í tí fyrra HM Play Off dystinum í høllini á Hálsi. 

 

Støður undir dystinum: 7-2, 10-7, 15-10, 18-14, 22-18, 26-19, 28-22, 34-27.

 

Nú skal arbeiðið gerast liðugt komandi sunnukvøld klokkan 18, tá Norðurmakedonia tekur ímóti okkum í Skopje.

 

HER ber til at síggja ein longri samandrátt av dystinum, ið Handball World hevur sett saman:

 

##med2##

 

Føroyar-Norðurmakedonia 34-27 (18-14) - Fyrri HM Play Off dysturin.

 

Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 10/13, Óli Mittún 6/6, Hákun West av Teigum 6/8, Leivur Mortensen 5/5, Vilhelm Poulsen 5/7, Teis Horn Rasmussen 1/1, Kjartan Johansen 1/1. 

 

Pauli Jacobsen bjargaði fýra av 18 málroyndum, og Nicholas Satchwell bjargaði tveimum av níggju málroyndum.