Føroyingauppgerð var í Bryne í næstbestu norsku fótbóltsdeildini mikukvøldið, har Bryne tók ímóti liðnum Mikkjal Thomassen venur, Fredrikstad á heimavølli.
Noah Mneney og Rógvi Baldvinsson byrjaðu inni fyri Bryne, og Jóannes Bjartalíð kom á vøllin tá 55 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0, men tað var Bryne sum hevði munandi fleiri royndir á málið. Royndirnirnar á mál søgdu 7-2 til Bryne, sambært hagtølunum.
Fredrikstad eru ósigraðir aftaná fyrstu fimm umførini, ið hava givið tveir sigrar og tríggjar javnleikir. Fredrikstad er triðfremst í deildini við níggju stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Ranheim sum hevur 10 stig.
Bryne er nummar átta í deildini við seks stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá føroyingauppgerðini millum Bryne og Fredrikstad:
##med2##