VIDEO: Noreg vann sannførandi á Fraklandi í hálvfinaluni

(Video) Síggj ein samandrátt av hálvfinaluni Noreg-Frakland 28-20 (12-11)

Tað verður ein rein norðurlendsk EM-finala í kvinnuhondbólti millum Noreg og Danmark, sunnukvøldið klokkan 19.45.

 

Noreg, ið er verandi evropa- og heimsmeistari vann í kvøld sannførandi 28-20 á Fraklandi, ið annars undan dystinum hevði vunnið seks av seks dystum í EM-endaspælinum.

 

Frakland hekk í Noreg til støðuna 19-21. Tá økti Noreg til 24-19. Frakland fekk eitt mál aftrat til støðuna 24-20, men Noreg stóð fyri restini. 

 

Silje Solberg í norska málinum stórspældi, og átti sín stóra lut í sigrinum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av EM-hálvfinaluni:

##med2##

 

Noreg – Frakland 28-20 (12-11)

 

Noreg : Nora Mørk 8, Stine Oftedal 7,Henny Ella Reistad 5,  Vilde Ingstad 3, Sunniva Næs 2, Emilie Hovden 1, Thale Rushfeldt 1, Stine Skogrand 1.

 

Frakland : Grace Zaadi 5, Chloe Valentini 4, Orlane Knor 3, Pauletta Foppa 3, Oceane Sercien 1, Coralie Lassource 1, Tamara Horacek 1, Pauline Coatanea 1, Estelle Nze Minko 1.