Video: Nú roynir Sonny skerpikjøt og seyðarhøvd

Amerikanski Sonny Side fær innlit í føroysku matmentanina.

Í síðstu viku legði amerikanski youtube'arin Sonny Side eina sending út á YouTube, har hann millum annað royndi tvøst og spik. Hann var sera hugtikin av hesum, sást í sendingini.

 

Nú í dag hevur hann so lagt ein nýggjan part út. Hesa ferð roynir hann millum annað seyðarhøvd, ræst kjøt, skerpikjøt og blommur.

 

Amerikanarin sleppur eisini at fylgja nøkrum føroyingum, meðan teir fletta í garasjuni. 

 

Parturin, sum er komin út í dag, kallast "Eating ROTTEN Sheep in Europe!! Why Do They Do This??".

 

Hygg, hvussu tað gekk, her:

 

##med2##

 

LES EISINI: Video: Sonny Side roynir grind í Føroyum