Í nátt vóru seinastu dystirnir leiktir í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.
Ein nærum fullsettur Lincoln Financial Field leikvøllur í Philadelphia sá Real Madrid tryggja sær bólkasigurin í bólki H við einum trivaligum 3-0 sigri á Salzburg. Í sama bólki vann saudiarabiska, Al Hilal á Geodis Park leikvøllinum í Nashville 2-0 á Pachuca úr Meksiko.
Real Madrid vann bólkin við sjey stigum. Al Hilal hevur fimm stig, og Salzburg hevur fýra stig. Pachuca endaði aftast við ongum stigi.
Týsmorgun klokkan tvey spælir Al Hilal móti Manchester City. Týskvøldið klokkan 20 spælir Real Madrid móti Juventus.
Salzburg-Real Madrid 0-3 (0-2)
0-1 Vinicius Junior ('40 )
0-2 Federico Valverde ('45 )
0-3 Gonzalo Garcia ('84 )
Al Hilal Riyadh-Pachuca 2-0 (1-0)
1-0 Salem Al Dawsari ('22 )
2-0 Marcos Leonardo ('90 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-0 sigrinum hjá Real Madrid:
##med2##