Video: René og liðfelagarnir eru næstfremst

(Video) René Shaki Joensen fekk 70 minuttir á vøllinum, tá Vendsyssel FF vann 3-1 á Nykøbing FC

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, sum Vendsyssel FF fekk í heimadystinum ímóti Nykøbing FC í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Vendsyssel FF vann 3-1 aftaná hálvleiksstøðuna 2-0. Tað er Joakim Mattson, sum hevur lagt upptøkuna út á YouTube. 

 

Føroyski landsliðsleikarin, René Shaki Joensen fekk 70 minuttir á vøllinum í dystinum, sum var spældur í Hjørring ígjár. Sambært heimasíðuni hjá Vendsyssel FF hevði René Shaki Joensen onkra góða roynd á málið hjá Nykøbing FC. Komandi sunnudag spælir Vendsyssel FF á útivølli í Næstved.

 

Vendsyssel FF liggur nú næstovast á stigatalvuni, men sera tætt er millum nummar 2 og nummar 11 : 

 

1 Hobro1584329 - 1528
2 Vendsyssel FF1573523 - 2024
3 HB Køge1557317 - 1222
4 FC Helsingør1557322 - 1822
5 FC Roskilde1564516 - 2022
6 Fremad Amager1556421 - 1721
7 Vejle1555522 - 1420
8 Skive1562715 - 2620
9 Fredericia1554615 - 2019
10 Næstved1553724 - 2618
11 Nykøbing FC1553719 - 2218
12 AB Gladsaxe15321017 - 3011