THW Kiel hevur fingið slakastu byrjanina upp á bundesliguna í 20 ár, men í dag bragdaði við einum 35-31 (14-9) sigri á Rhein-Neckar Löwen á útivølli.
Elias legði upp til fýra mál (assists), men skoraði ikki mál í dag.
Kiel er nummar fimm í deildini við 14 stigum. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Füchse Berlin sum hevur 21 stig.
HER sæst ein samandráttur av dystinum. Við 1:28 minuttir sæst ein framúr góð fríspæling hjá Eliasi:
##med2##