TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Pólland, sum endaði við javnleiki 2-2.
Talan er um upptøkurnar hjá FSF, har Niels Petersen sigur frá, og Áki Johansen er viðmerkjari. Tað er YouTube rásin "Other Football", sum hevur lagt videobrotið út á YouTube.
Aftaná dystarlok ígjár skrivaði Jóannes Hansen á in.fo: - Tað er einki at liggja omaná, at føroysku spælararnir eru ógvuliga vónbrotnir, og tað er einki at siga til tað. Dómarin legði fimm minuttir aftrat. Hesa løtuna vóru tað ellivu føroyingar ímóti tíggju póllendingum.
Føroyar løgdu seg framum 2-1, tá ið Bjarni Petersen við høvdinum sendi bóltin í málilð eftir horna úr vinstru. Tá ið so Pólland misti liðformannin, eftir at hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð, var møguleiki fleiri ferðir fyri, at Føroyar í mótálopum kundi økja um leiðsluna.
Men í evstu løtu javnaðu póllendingar, eftir at horna varð sent innfyri úr vinstru.
-Hetta var sera keðiligt. Vit spældu fult upp ímóti teimum. Eitt stig ímóti Póllandi er fínt úrslit, men tað sigur seg sjálvt, at vit eru vónbrotnir. Serliga í seinna hálvleiki var tað stuttligt at spæla, tí tað gekk so væl, sigur miðvallarin Jákup B. Andreasen.
Meinhard E. Olsen javnaði til 1-1 við brotssparki, eftir at Pólland var komið framum við brotssparki.
Georgia og Finnland leiktu javnleik 2-2 í okkara undanbólki ígjár.
Støðan í EM-undanbólki 3:
1
4
17
12
2
4
5
8
3
5
-4
5
4
4
-5
3
5
3
-5
3
6
4
-8
1