VIDEO: Samandráttur Føroyar-Danmark 20-31 (11-18)

(Video) Síggj samandrátt upp á seks og ein hálvan minutt frá U18 HM-dystinum millum Føroyar og Danmark

Føroyar taptu ígjár 20-31 fyri Danmark í U18 HM-endaspælinum hjá kvinnum, ið er í Norðurmakedonia í hesum døgum.

 

Í steðginum var Danmark á odda 18-11, so talan var um eitt rættiliga gott avrik í seinna hálvleiki móti donsku favorittunum.

 

Portugal vann 33-27 (13-11) á Eysturríki. Danmark og Portugal hava fýra stig hvør og hava vunnið seg víðari úr bólki C. Føroyar og Eysturríki hava einki stig.

 

Týsmorgun klokkan 9.30 spæla Føroyar og Eysturríki um triðja plássið í bólkinum.

 

HER ber til at síggja ein góðan samandrátt upp á seks og ein hálvan minutt frá dystinum, ið Handball Universe hevur lagt út á sína YouTube-rás:

 

##med2##

 

Føroyar-Danmark 20-31 (11-18) 

 

Føroyar : Barbara Hammer 5, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3, Lea Mohr 2, Lukka Arge 1, Karin Egholm 1, Bjørk Franksdóttir Joensen 1. 

 

Danmark : Anne With Johansen 11, Julie Mathiesen Scaglione 6,