VIDEO: Samandráttur THW Kiel-Szeged 35-32 (16-15)

(Video) Síggj góð mál og fríspælingar hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel

Hóskvøldið vann liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel í øðrum bólkadystinum í Champions League 35-32 á Szeged á heimavølli. Í steðginum var Kiel á odda 16-15.

 

Elias skoraði fýra mál í dystinum, umframt at leggja upp til mál hjá øðrum. 

 

THW Kiel er fremst í bólki B saman við Aalborg. Liðini hava fýra stig hvør.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum, har eisini eitt flott mál og aðrar aksjónir hjá Eliasi síggjast:

 

##med2##