VIDEO: Sangur til heiðurs fyri bygdirnar í Eysturkommunu

(Video) Hoyr Bárð á Lakjuni og kórið, Silvitni syngja sangin hjá Signari á Reynatrøð: "Sólarroðin"

"Sólarroðin" eitur nýggjur sangur, ið Signar á Reynatrøð hevur skrivað. Høgni Lisberg og Bárður á Lakjuni hava gjørt lagið til sangin.

Talan er um ein heiðurssang til bygdirnar í Eysturkommunu.

Tað eru Bárður á Lakjuni og kórið, Silvitni sum hava sungið sangin inn. Dánjal Eysturstein hevur lagt til rættis fyri kór.

Signar og Bárður á Reynatrøð hava sett saman vakra tónleikafilmin, ið sæst og hoyrist her: