VIDEO: Seinast vit spældu í Pólandi taptu vit 0-4

(Video) 14. maj í 2006 vann Póland 4-0 á Føroyum í einum venjingardysti, ið var leiktur á Stadion Glówny í Wronki

Meðan vit spældu venjingardystir móti Pólandi á uttanveltaðum vøllum í februar í 2002 og 2004, so var triði dysturin í søguni hjá okkum móti Pólandi spældur í Pólandi.

 

14. maj í 2006 vann Póland 4-0 á Føroyum í einum venjingardysti, ið var leiktur á Stadion Glówny í Wronki frammanfyri 4.000 áskoðarum. 

 

Grzegorz Rasiak skoraði tvey mál, og Sebastian Mila og Marek Saganowski skutu eitt mál hvør.

 

Í kvøld klokkan 19.45 møtast Póland og Føroyar fyrstu ferð í einum undankappingardysti. 

 

HER sæst ein samandráttur frá dystinum Póland-Føroyar 4-0 (1-0) frá 2006:

 

##med2##

 

Kelda: FaroeSoccer:

 

##med3##