Frammanfyri 10.300 áskoðarum í Wonderino høllini í Kiel vunnu Elias og liðfelagarnir leygarkvøldið 31-25 á verandi bundesligameistaraliðnum, Magdeburg. Í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Kiel, ið var á odda 20-11 í steðginum.
Elias skoraði fýra mál, og legði somuleiðis upp til fýra mál.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 0:39 minuttir sæst eitt dundurskot hjá Eliasi, ið bergtók áskoðararnar og sjónvarpshyggjararnar:
##med2##