Ígjár leiktu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi javnleik 1-1 móti Besa í heimadysti í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.
Hæddarpunktinum hjá Shkupi stóð Jóan Símun fyri, tá hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki ur stuttari frástøðu legði heimaliðið á odda 1-0. Talan er um annað málið hjá Jóan Símuni í deildini hetta kappingarárið. Jóan Símun hevur eisini skotið trý mál í steypakappingini.
Shkupi er nummar seks í deildini við níggju stigum fyri sjey dystir. Fremst er Gostivar við 15 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##