VIDEO: Síggj málini hjá Bjartalíð og Brandi

Brandur H. Olsen og Jóannes Bjartalíð skutu eitt mál hvør tá Fredrikstad tryggjaði sær uppflytingina í dag

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad verður, ið hvussu er nummar tvey í næstbestu norsku fótbóltsdeildini og flytur tí upp í bestu norsku fótbóltsdeildina komandi kappingarár.

 

Fredrikstad vann í dag stórsigur 4-0 á Åsane á útivølli í Bergen.

 

Brandur H. Olsen økti til 2-0 tá 26 minuttir vóru leiktir. Jóannes Bjartalíð átti stóran lut í málinum.

 

HER  sæst málið hjá Brandi.

 

Tá 83 minuttir vóru farnir økti Jóannes Bjartalíð til 3-0 við einum framúr góðum frísparki.

 

HER  síggjast málið og sigursdansurin hjá Bjartalíð. 

 

Samstundis sum Fredrikstad vann tapti Kongsvinger á triðja plássi 1-2 fyri Start í Kristiansand á útivølli. Úrslitið merkir, at Kongsvinger við 43 stigum kann ikki longur røkka Fredrikstad sum hevur 57 stig á fremsta plássi. Bert 12 stig eru eftir at spæla um. KFUM Oslo er nummar tvey við 50 stigum, so Fredrikstad hevur góðan møguleika at vinna deildina.

 

HER  ber til at síggja Mikkjal og leikararnar fegnast saman við fjepparunum aftaná staðfesta uppflyting