VIDEO: Síggj vakra saksasparksmálið hjá Klæminti

(Video) Sìggj hæddarpunktini frá dystinum Breiðablik-Víkingur Reykjavík 2-2 (0-2)

Klokkan vísti 88 minuttir tá Klæmint A. Olsen kom á vøllin fyri Breiðablik í heimadystinum móti oddaliðnum, Víkingi Reykjavík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjárakvøldi.

 

Víkingur, ið heldur ikki hevði Gunnar Vatnhamar á liðnum í kvøld var á odda 2-0 tá Klæmint kom á vøllin.

 

Men so hendir tað ótrúliga. Tá 97 minuttir eru farnir minkar Gísli Eyjólfsson um munin til 2-1, og birtir eina vón hjá heimaliðnum.

 

Og tá 98 minuttir eru farnir javnar Klæmint A. Olsen við einum ótrúligum saksasparki, og so kundi heimafólkið stórfegnast um eitt kærkomið stig. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini og vakra saksasparksmálið hjá Klæminti: 

##med2##