VIDEO: Skelkandi tapið hjá Hannover fyri botnproppinum

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Hannover Burgdorf-Potsdam 26-27 (12-12)

Mánakvøldið vóru Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf fyri einum skelkandi tapi á heimavølli í ZAG Arena.

 

Hannover tapti 26-27 fyri Potsdam, ið bert hevði fýra stig og er langt aftast í bundesliguni. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

 

Vilhelm skoraði trý mál upp á seks málroyndir.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Vilhelm við nummar 9 á rygginum sæst bæði skora og brenna góðan málmøguleika í samandráttinum:

 

##med2##