Video: Skoraði Per við hondini?

Í dag byrjar Effo-deildin aftur. Talan er um 4. umfar, har ein dystur verður í Runavík í dag, tá NSÍ tekur móti ÍF. Sum eina upptakt til dagin, so hava vit leitað aftur til eitt heldur ivasamt mál.

Seinast NSÍ spældi á heimavølli vunnu teir 2-0 á Skála. Fyrra málið í dystinum skoraði miðverjin, Per Langgard. Tað sá eitt sindur illgrunasamt út, tá Per Langgard víðarisendi frísparksinnleggið hjá Árna Frederiksberg málið.

Til ber at síggja málið umaftur, við at trýsta á pílin á myndini. Og so spyrja við. Skoraði Per Langgard við hond?

Effo-deildin 4. umfar:

Leygardagin:

NSÍ – ÍF (15.00) Beinleiðis á Rás2

Sunnudagin:

Víkingur – B68 (15.00) Beinleiðis á Rás2

KÍ – Skála (15.00)

B36 – AB (15.00) Beinleiðis Rás2

TB – HB (15.00)