Viljormur Davidsen við frá dystarbyrjan, tá Vejle á heimavølli setti FC Fredericia av í uppflytingarstríðnum við einum 2-0 heimasigri. Vejle fekk málini við endan av hvør sínum hálvleiki.
Vejle – FC Fredericia 2-0 (1-0)
43. 1-0 Arbnor Mucolli
88. 2-0 Leonel Montano
Úrslitið merkir, at nú hevur Vejle á oddasessinum heili 13 stig niður til FC Fredericia nú bert seks umfør og 18 stig eru eftir at spæla um. Vejle hevur átta stig niður til Viborg FF, ið er einasta liðið sum kann hótta oddasessin hjá Vejle. Nummar eitt í deildini flytur beinleiðis upp. Nummar tvey og trý skulu spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr superliguni.
Komandi týskvøld spælir Vejle á útivølli móti HB Køge, ið liggur bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og FC Fredericia:
##med2##