VIDEO: Soleiðis vunnu Kaj Leo og Valur á Breiðabliki

(Video) Sìggj hæddarpunktini frá dystinum Breiðablik-Valur 1-2

Kaj Leo í Bartalstovu var á vøllinum í smáar 70 minuttir tá lið hansara, Valur vann ein góðan 2-1 sigur á útivølli móti Breiðabliki. Øll málini komu í seinna hálvleiki. 

Kaj Leo í Bartalsstovu átti næstseinasta fótin á bóltinum tá Kristinn Sigurðsson legði Val á odda 1-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Løtu seinni javnaði heimaliðið uppá brotsspark. Tá níggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini meddaði Einar Ingvarsson bóltin í netið uppá beinleiðis fríspark.

Høvuðsvenjarin hjá Vali, Heimir Guðjónsson gav ikki Magnusi Egilsson møguleikan at koma á vøllin fyri Val ígjár.

Valur er nú nummar tvey í Pepsideildini:

Lið:
KR611:515 s
Valur715:713
Fylkir711:912
Breiðablik714:1111
Víkingur R.714:1111
Stjarnan410:310
ÍA717:1410
FH613:1210
KA66:106
HK712:195
Grótta77:174
Fjölnir75:172

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-1 sigrinum hjá Vali: 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/71c5fd74-3f11-4582-bb11-3937398fe2a0-1595249258065" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>