Málsetningurin hjá Íslandi í Arena Zagreb í HM-millumbólki 4 í kvøld í dystinum móti Kroatia var greiður. Um liðið ikki fekk stig, so mátti teir, ið hvussu er syrgja fyri ikki at tapa við meira enn trimum málum. Tað kiksaði.
Kroatia við íslendska venjaranum, Degi Sigurðssyni vann greiðan 32-26 sigur á Íslandi. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá íslendingum, og í steðginum var Kroatia á odda heili 20-12.
Kroatia, Egyptaland og Ísland hava øll seks stig. Ísland er nummar trý í innanhýsis roknskapingum. Slovenia hevur fýra stig, Argentina hevur tvey stig, og Kap Verde er aftast við ongum stigi.
Kroatia-Ísland 32-26 (20-12)
Toppskjúttar Kroatia: Ivan Martinovic 8, Mateo Maras 5, Zvonimir Srna 5, Mario Sostaric 4.
Toppskjúttar Ísland: Viggó Kristjánsson 5, Orri Freyr Þorkelsson 4, Aron Pálmarsson 4.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá týsku rásini ZDF frá dystinum millum Kroatia og Ísland:
##med2##