Aftaná ein javnan og spennandi dyst í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo vann Frakland HM-bronsudystin við einum teprum 35-34 (19-17) sigri.
Í teimum allarseinastu sekundinum í HM-bronsudystinum hevði António Areia hjá Portugal møguleikan at javna til 35-35, og harvið tryggja Portugal longda leiktíð. Men hann loftaði illa sendingini hann fekk, og Charles Bolzinger bjargaði royndini, so fraklendingar kundu stórfegnast um fimta HM-bronsuheiðursmerki hjá Fraklandi í søguni.
Frakland-Portugal 35-34 (19-17) - HM bronsudystur
Frakland: Aymeric Minne 10, Dylan Nahi 6, Dika Mem 4, Julien Bos 4, Ludovic Fabregas 4, Elohim Prandi 3, Thibaud Briet 2, Melvyn Richardson 2/2.
Bjargingar: Charles Bolzinger 8/1, 32% – Rémi Desbonnet 4, 19%.
Portugal: Francisco Costa 8, Victor Iturriza Alvarez 7, Martim Costa 5, António Areia 3, Pedro Portela 3, Rui Silva 3, Salvador Salvador 2, Leonel Fernandes 1, Luís Frade 1, Fábio Magalhaes 1.
Bjargingar: Gustavo Capdeville 11, 31% – Diogo Marques 2, 15%.
HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá HM-bronsudystinum:
##med2##