VIDEO: Soleiðis vann Wisla Plock seg upp í bestu deildina

(Video) Her eru hæddarpunktini frá uppflytingarfinaluni Wisla Plock-Legnica

Sunnudagin hevði landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson sína higartil bestu uppliving í pólskum fótbólti.

 

Á heimavølli á Orlen leikvøllinum í Plock vann Wisla 2-0 á Legnica í uppflytingarfinaluni, har ein sessur til bestu pólsku fótbóltsdeildini stóð upp á spæl.

 

Lukasz Sekilski legði Wisla á odda við einum brotssparki í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Jorge Jimenez staðfeati sigurin í 57. minutti. Tá bríkslað var fyri seinastu ferð rann hópin av viðhaldsfólki hjá Wisla Plock út á vøllin fyri at fagna Andriasi og liðfeløgunum.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá uppflytingarfinaluni.

 

##med2##