Video: Sorl hjá Halli og liðfeløgunum í Parkini

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum FC Keypmannahavn-AC Horsens 5-0 (3-0)

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum FC Keypmannahavn og AC Horsens, sum hevði føroyska landsliðsspælaran, Hall Hansson á vøllinum allan dystin.

 

Sigast má, at Hallur Hansson og liðfelagarnir fingu oyruni í maskinuna, tí greiða oddaliðið í donsku superliguni, FC Keypmannahavn vann ikki minni enn 5-0. Í steðginum var FCK á odda 3-0. Brøndby tapti 2-3 ímóti FC Nordsjælland á heimavølli, og er FCK nú 12 stig frammanfyri Brøndby á øðrum plássi.

 

Komandi sunnudag tekur AC Horsens ímóti júst Brøndby á heimavølli.

 

Støðan í donsku superliguni: 

 

1FCK2417 7  052:958
2Brøndby24137447:2146
3FC Midtjylland24107742:2637
4Lyngby241068     22:20  36
5SønderjyskE24   89728:3233
6AaB2395926:3132
7FC Randers24951025:3032
8Silkeborg2479829:3830
9Nordsjælland2478934:3929
10AC Horsens24771028:4228
11AGF24661231:3724
12Esbjerg24581127:4523
13OB23571120:3022
14Viborg24571227:3822