Summar Festivalurin bjóðar konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar umframt framførslur í Silvalandi og á tjaldgøtuni.
Tað krevur nógva og góða tøkni á festivaløkinum.
Pallurin á Vágsbø er nógv tann størsti, sum verður brúktur til konsertir í Føroyum, og tað setur stór krøv til alt frá streymi og leiðingum til serkøn fólk og gott handverk.
– Summar Festivalurin brúkar tann størsta pallin og tað størsta anleggið í Føroyum, sigur Alvin Ellebye Andersen, tøkni-samskipari.
Niðanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Alvin:
##med2##