VIDEO: Svøríki vann greiðan sigur á Kroatia í EM-bólki E

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Svøríki-Kroatia 33–25 (17–13)

Mynd: handbollslandslaget.se

Svøríki vann greitt á Kroatia í EM-bólki E í Malmö Arena í kvøld.

 

Svøríki vann dystin 33-25. Í steðginum vóru svenskararnir á odda 17-13.

 

Andreas Palicka í málinum stórspældi, og hevði eitt bjargingarprosent upp á 45. 

 

Toppskjúttar hjá Svøríki við fimm málum hvør vóru Eric Johansson og Nikola Roganovic. Zvonimir Srna var við sjey málum toppskjútti hjá Kroatia.

 

Fyrr í dag vunnu Niðurlond í dystinum triðja plássið í bólkinum 31-26 (18-15) á Georgia.

 

Við átta málum gjørdist Ivar Stavast toppskjútti hjá Niðurlondum. Giorgi Tskhovrebadze var aftur stórskjútti hjá Georgia. Hesaferð við 11 málum. 

 

Svøríki vann bólkin við seks stigum, og Kroatia endaði á fýra stigum. Svøríki tekur tvey stig, og Kroatia tekur einki stig við sær til millumumfarið. Niðurlond hava tvey stig, og Georgia endaði aftast við ongum stigi.

 

Úrslitini í bólki E: 

 

17. januar: Kroatia – Georgia 32-29

 

17. januar: Svøríki – Niðurlond 36-31

 

19. januar: Niðurlond – Kroatia 29-35

 

19. januar: Georgia – Svøríki 29-38 

 

21. januar: Niðurlond – Georgia 31-26

 

21. januar: Svøríki – Kroatia 33-25

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Svøríki-Kroatia 33-25 (17-13):

 

##med2##

 

 

 

Mynd: handbollslandslaget.se