VIDEO: Tá Christian Høgni og Kurt søktu Luksemborg á útivølli

(Video) Fyri 21 árum síðani hevði Luksemborg ikki eitt eins sterkt landslið sum teir hava nú

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar fjórða dystin í bólki 1 í Nations League Deild C. Dysturin verður á Stadé de Luxembourg í Luksemborg býi. Fyri seks døgum síðani vann Luksemborg 1-0 á Føroyum á Tórsvølli.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Nú á døgum hevur Luksemborg eitt sterkari landslið enn Føroyar, men soleiðis var ikki fyri 21 árum síðani, tá vit undir kønu hondini hjá táverandi landsliðsvenjaranum, Allan Simonsen megnaðu at vinna tveir HM-undankappingardystir móti Luksemborg. Á útivølli vunnu vit 2-0 við málum, ið Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skutu:

 

##med2##

 

Tað er YouTube rásin Farerets, ið hevur lagt hæddarpunktini frá 24. mars í 2001 út. Talan er um hæddarpunkt frá luksemburgskum sjónvarpi:

 

##med3##

 

Kelda: Faroesoccer

Kelda: Faroesoccer