VIDEO: Tá Jens Kristian avgjørdi "vatnpolo"-dystin móti Luksemborg

(Video) Seinast vit møttu Luksemborg heima endaði tað væl

Vit skulu aftur til 1. september í 2001 fyri at finna tann seinasta heimadystin móti Luksemborg.

 

Onkuntíð verður sipað til "vatnpolo"-dystin á Svangaskarði. Táverandi grasvøllurin stóð undir í varni, og hevði tað verið talan um ein HM-undankappingardyst millum tvær størri tjóðir hevði hann helst verið avlýstur. 

 

Liðini stríddust manniliga í hyljunum og regninum, og tað endaði eydnusamt fyri Føroyar, tá Jens Kristian Hansen skoraði sigursmálið við einum vøkrum brotssparki fimm minuttir undan vanliga leiktíðin var farin.

 

Luksemborg hevur eitt sterkari lið nú, og tað fer at krevja nógv av okkara monnum at vinna Nations League dystin móti Luksemborg á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá HM-undankappingardystinum Føroyar-Luksemborg 1-0 (0-0) frá 1. september í 2001. Tað er Farerets, ið hevur lagt dystin út á YouTube:

 

##med2##